Leygardagin 2. apríl letur ein spildurnýggj kafé upp í forhøllini á Listasavninum.
Tað er Niels Brogaard á Rógvu, eigari av Paname Café, sum stendur fyri nýggju kaféini.
Karina Lykke Grand, stjóri á Listasavninum, sigur:
“Ynski við hesum nýggja samstarvinum er at gera tað enn hugaligari fyri gestir at vitja savnið. Tað er upplagt at ganga ein túr gjøgnum Viðarlundina, hyggja at standmyndunum uttanfyri og so koma inn á gólvið til ein góðan drekkamunn. Eisini eru góðir parkeringsmøguleikar uttan fyri savnið. Vit gleða okkum at bjóða gestum á gátt til góða list, og nú eisini til sera gott kaffi.”
Upplatingartíðirnar hjá kafe list og savninum eru tær somu. Í aprílmánaði er opið týsdag til sunnudag frá kl. 13-16 umframt í sambandi við tiltøk. Frá 1. mai er opið hvønn dag frá kl. 11-17.
Um páskirnar er páskaklipp fyri alla familjuna á savninum. Tilfar og uppgávur liggja til reiðar í forhøllini og til ber at koma hvønn dag frá kl. 13 - 16 til 17. apríl.
Tiltakið er ókeypis. Eisini er altíð ókeypis atgongd til savnið fyri børn og ung undir 20 ár.
Les meira á www.art.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo