Fróðskaparsetrið: Í verkætlanini verða arvaeginleikarnir hjá grindahvali, skjórutum springara og kjafthvítum springara kannaðir.
Høvuðsendamálið er at kanna, um tað er ein stovnur ella fleiri av hesum hvalasløgunum í Arktis og Norðuratlanshavi.
Eisini verður hugt eftir ferðingarmynstrinum hjá hvalasløgunum, hvørja ávirkan veðurlagsbroytingar kunna hava havt á tey, og hvat hetta kann hava at siga í longdini.
Ætlanin er, at úrslitini skulu brúkast í burðardyggari umsiting av hvali í Arktis og Norðuratlantshavi.
Verkætlanin er fíggjað av Granskingarráðunum í Føroyum og Grønlandi og verður umsitin av Fróðskaparsetri Føroya, Grønlands Naturinstitut og Københavns Universitet.
Eitt stórt samstarv er um hesa verkætlanina, har Havstovan og 10 útlendskir stovnar eisini eru við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo