Í Danmark eru 7.000 matstovur, og av teimum eru 300 tær bestu matstovurnar savnaðar í Den danske Spiseguide. Millum hesar 300 bestu matstovurnar eru heili 11 matstovur í Føroyum – og allar 11 liggja í Tórshavnar kommunu!
Nú røddir eru frammi um at staðseta eina kokkaútbúgving í Havn til blómandi matstovuvinnuna, hava fleiri politikarar norðanfjørðs gjørt vart við, at henda útbúgvingin skal liggja í Klaksvík.
Eingin ætlan er um at flyta nakað úr Klaksvík til Havnar, sum longu er har norðuri. Men ein nýggj kokkaútbúgving, sum vendir sær til gastronomisku matstovuvinnuna, eigur sjálvandi at liggja í Havn.
Vinnan hevur tosað um slíka nýggja kokkaútbúgving í fleiri ár. Henda útbúgvingin er ikki at finna í Føroyum í dag, og júst hetta hevur leingi verið ein stór avbjóðing í vinnuni. Ofta eru tað ungfólk, sum vilja í læru. Men at senda 16-17 ára gomul ung av landinum at fara í skúla í nakrar mánaðir er ikki tað besta, sigur vinnan. Og so eru tað tey, sum hava fleiri smábørn, og tá er lættari at vera í Føroyum.
Tí er tað gleðiligt, at ljós nú verður varpað á at fáa hesa útbúgvingina í Føroyum – bæði lærutíðina á matstovum og vikurnar á skúlabeinki. Vit hava ótrúligar góðar rávørur bæði á landi og sjógvi, og vit hava nógvar sera góðar kokkar, sum evna sanna matlist. Men vinnan hevur tørv á enn fleiri kokkum.
Vinnan sigur greitt, at tá ið lærlingarnir røkka ein ávísan førleika, so finst víðari útbúgvingin ikki í Føroyum í dag.
Besta hjálpin, vit kunnu geva matstovuvinnuni, er at hon hevur so góðar karmar, sum til ber.
Fyri at nýggja kokkaútbúgvingin í Føroyum skal gerast sama sólskinssøga sum matstovurnar í kommununi eru, so skal útbúgvingin kunna kappast við líknandi útbúgvingar uttanlands, tí annars fer vinnan framhaldandi sum nú at senda lærlingarnar av landinum fyri at fáa røttu førleikarnar og neyðugu avbjóðingarnar í einum stimbrandi umhvørvi.
Verður útbúgvingin løgd í Havn, her matstovurnar gerast alsamt fleiri og betri, so eru lærlingarnir í Havn alla tíðina og arbeiða støðugt í vinnuni alla lærutíðina. Hetta fer uttan iva at eggja fleiri ungum at velja matstovuvinnuna sum yrkisleið.
Glasir kann standa fyri útbúgvingini, og kundi hetta verið víðkað til eisini at bjóða ungdóminum møguleikan at læra til móttøkufólk og tænara.
Nógvar góðar eldsálir eru í Tórshavnar kommunu, sum fegnar vilja leggja eina góða gastronomiska kokkaútbúgving til rættis í Havnini. Matgerð og tænasta eru handverk og list. Hesi hóska væl saman við hinum yrkisútbúgvingunum á Glasi. Eisini tí at tú við eini kokkaútbúgving kanst fara víðari og læra til serviceøkonom, sum longu verður boðið út á Glasi. Tað hevði givið eina góða synergieffekt at havt kokkaútbúgvingina aftrat á Glasi.
Ein samlað føroysk matstovuvinna vil hava eina nýggja kokkaútbúgving í Føroyum. Og ein samlað matstovuvinna vil hava hesa útbúgvingina at liggja í Havn. Hesum taki eg fult undir við.
Tórshavnar kommuna er karmur um allar tær 11 bestu matstovurnar í Føroyum, og tí er tað natúrligt at bjóða matstovuvinnuni útbúgvingarligu karmarnar eisini í Tórshavnar kommunu.
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo