Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Gallup hevur gjørt eina veljarakanning fyri VP í tíðarskeiðinum frá 8. – 16. septembur 2022.

543 tilvildarliga útvaldir persónar við valrætti, 18 ár og eldri, hava svarað kanningini.

Sambært nýggju kanningini, so høvdu sitandi samgonguflokkar, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin, ikki havt meiriluta á tingi, um kanningarúrslitið hevði verið valúrslit.

Á seinasta valið sum var fyri 37 mánaðum síðani gjørdist Fólkaflokkurin størsti flokkur og fekk 24,5%, ella 8 tinglimir. Sambært nýggju Gallup-kanningini, so hevði Fólkaflokkurin fingið 20,9% og 7 tinglimir, um val hevði verið í dag. Talan er um eina afturgongd á 3,6% í mun ti løgtingsvalið.'

Men í seinastu kanningini sum Gallup gjørdi fyri VP í mai 2022, fekk Fólkaflokkurin 18,4% og 6 tinglimir. Nýggja kanningin vísir at Fólkaflokkurin nú er næststørsti flokkur á tingi, meðan Sambandslokkurin var tað í Gallup-kanningini frá mai 2022.

Sambandsflokkurin hevði framgongd í mun til seinasta løgtingsval í kanningini sum Gallup gjørdi fyri VP í mai í ár, men í hesi nýggju Gallup-kanningini fær Sambandsflokkurin eina afturgongd. Á valinum seinast fekk Sambandsflokkurin 20,3% og 7 tinglimir, men í nýggju kanningini fær flokkurin eina afturgongd á 2,2% og 6 tinglimir.

Størstu framgongdina hevur Javnaðarflokkurin, sum í nýggju Gallup-kanningini fær eina framgongd á heili 7,5% og 10 tinglimir, ella 29,7% av atkvøðunum. Á løgtingsvalinum í august 2019 fekk Javnaðarflokkurin 22,2% av atkvøðunum og 7 tinglimir. Javnaðarflokkurin fær sostatt 3 tinglimir fleiri enn á seinasta vali, um val hevði verið í dag.

Fjórði flokkurin av teimum fýra stóru, Tjóðveldi, hevur eina lítla afturgongd, 1,7%. Á løgtingsvalinum seinast fekk Tjóðveldi 18,1% av atkvøðunum, og í nýggju kanningini fær Tjóðveldi 16,4%. Flokkurin hevur 6 tingfólk í dag, men sambært nýggju kanningini hevði flokkurin mist ein tinglim, tað vil siga niður á 5 tinglimir.

Triði samgonguflokkurin, Miðflokkurin, fær eisini eina framgongd í nýggju kanningini. Á løgtingsvalinum seinast fekk Miðflokkurin 5,4%, og í nýggju kanningini hækkar tað til 6,1%. So Miðflokkurin varðveitir sínar 2 tinglimir, sum hann eisini gjørdi í Gallup-kanningini frá mai 2022.

Viðvíkjandi tingmannatali, so varðveitir Framsókn eisini sínar 2 tinglimir, men flokkurin hevur eina framgongd í mun til løgtingsvalið í 2019. Talan er um 1,1%. Á løgtingsvalinum fekk flokkurin 4,6%, og í nýggju Gallup-kanningini fær flokkurin 5,7%.

Sjálvstýri hevur ein tinglim í dag, og sambært nýggju kanningini so varðveitir flokkurin sítt umboð á tingi. Á løgtingsvalinum í 2019 fekk flokkurin 3,4% av atkvøðunum, og í nýggju kanningini fær flokkurin 3,1%, ein afturgongd á 0,3% um borið verður saman við seinasta løgtingsval. 

Tá ið spurt verður hvønn av verandi floksformonnum veljarin ynskir til løgmann eftir komandi val, so er Aksel V Johannesen greiður toppskorari.

37% av teimum spurdu ynskja Aksel V Johannesen til løgmann. Næstur eftir honum er verandi løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, sum fær 22%.

Síðani kemur Høgni Hoydal, 8%, og so Christian Andreasen 5%.

Gallup-kanningin í mai 2022 gjørd fyri VP

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo