Handlar og fyritøkur í hópatali lata upp við Karlamagnusarbreyt. Nýggjasta skotið er Salong 188, sum er fyrsta frisørsalongin í hesum nýggja ídnaðar- og handilsøkinum í Hoyvík.
Tað eru tær báðar Josefina Vang og Birita Ingadóttir, sum eiga salongina, sum hevði móttøku nú seinnapartin. Sum vant, tá nýggjar fyritøkur lata upp, vitjaði borgarstjórin inn á gólvið við einum blómutyssi.
Salong 188 er á Karlamagnusarbreyt 5A, tað er hornið út móti vegnum á triðja húsinum á vinsru hond, tá koyrt verður frá kirkjuni og niðan eftir Karlamagnusarbreyt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo