Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein nýggj frágreiðing, sum viðurkendir granskarar í Niðurlondum hava gjørt, vísir, at havstreymarnir í Norðuratlantshavi fara at vikna ella heilt hvørva skjótari enn higartil hildið. Tað kann henda longu onkuntíð ímillum 2037 og 2064, sigur nýggja frágreiðingin.

Hendir tað, fer hitin at minka heilt munandi, ikki bara um okkara leiðir, men í stórum pørtum av Europa.

Talan er um AMOC streymskipanina, sum Golfstreymurin her hjá okkum er ein partur av.

Við CNN sigur ein av granskarunum handan frágreiðingina, René van Westen, frá University of Utrecht, at vit eiga at geva hesum gætur, tí tað eru ikki góð tíðindi. 

- Um hesir havstreymarnir hvørva, kann hitin lættliga minka við 15 stigum í eitt nú Stórabretlandi og Skandinavia. So fer veðurlagið har at líkjast tí í norðara parti av Kanada og Alaska.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo