Áhugin at gera íløgur í at ala tara bara veksur, tað skrivar miðilin The Fish Site. Í fjør vaks talið á nýíløgum tvær ferðir so skjótt sum fyrraárið, samstundis vuksu upphæddirnar 36% og endaðu á 168 milliónum dollarum, verður sagt í frágreiðingini.
Tølini eru framvegis smá samanborin við aðra aling á sjógvi og landi, men rákið er heilt tíðuligt, og tað hongur eisini saman við leiklutinum sum taraaling hevur í royndunum at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum.
- Tari er framtíðarinnar biomassi, tí taraaling brúkar hvørki pláss á landi, fekst vatn ella taðing, men upptekur harímóti kolsýru. Tarið fer millum annað í framtíðini at verða brúktur til mat, djóraføði, heilivág, klæðir, tøð, pakkitilfar og orku, siga granskarar.
Í Føroyum hevur fyritøkan Ocean Rainforest í fleiri ár fingist við taraaling á Funningsfirði.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo