Havnar Arbeiðskvinnufelag fekk nýggja forkvinnu á aðalfundinum herfyri, tá Ruth Boetius vann valið. Hon avloysir Vígdis Johannesen, sum hevur verið forkvinna í nógv ár.
Í samrøðu við Kringvarpið í dag segði Ruth Boetius, at hon vil gera felagið meira sjónligt ímillum limirnar fyrst og fremst, og so fer hon eisini at arbeiða fyri størri samstarvi við onnur fakfeløg.
At vera forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag er eitt fulltíðarstarv.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo