Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Frakta: Roynd flutningsfólk hava funnið saman í nýtt virki, hvørs endamál er at bjóða einfaldar og álítandi flutningsloysnir til vinnuna.

Flutningur er nakað, sum bara skal virka. Tað skal vera einfalt og tað skal vera fleksibult.

Tað skal sjálvandi eisini vera kostnaðarrætt. Alt hetta vita tey hjá Frakta. Tilsamans hava tey yvir 25 ára royndir í flutningsvinnuni, og stjóri felagsins, Helgi Justinussen, hevur áður myndað stóra flutningsdeild. 

- Frakta bjóðar flogfrakt, tá tað skal ganga skjótt og sjófrakt tá nøgdirnar eru stórar og flutningurin skal vera kostnaðarlættari. 

- Dentur verður lagdur á tætta samstarvið við kundarnar, umframt persónliga og álítandi tænastu. Frakta bjóðar seg at samskipa fraktina frá hurð til hurð fyri kundarnar, sum ikki skulu nýta sína dýrabæru tíð til at samskipa flutningin – hetta ger frakta fyri teg. 

- Og vit eru longu farin til verka. Tíðliga í november verða fyrstu sendingarnar koyrdar út til kundar, sigur Helgi Justinussen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo