Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Visit North: Visit North hevur gjørt eina nýggja ferðavinnustrategi fyri Norðoyggjar.

Í hesum sambandi er eisini mentur nýggjur grafiskur samleiki og nýggj heimasíða og navnið broytt til Visit North.

Sí nýggju heimasíðuna

- Nýggja ferðavinnustrategiin er grundað á borgarafundir runt um í Norðoyggjum, fundir við kommunir og ynskir frá ferðavinnuaktørum, og er samstundis bygd á ynski um eina ábyrgdarfulla og burðardygga ferðavinnu við fylgjandi útsøgn:

- ”Einki átak í okkara øki uttanum okkum,” sum er grundað á, at tað er umráðandi at vit ikki seta menningarátøk í gongd, uttan at tað er eitt ynski um tað ella tað er góðkent í lokaløkinum. Grundarsteinurin er føroyska jørðildið – føroyskar siðvenjur og matmentan.

- Hetta er ein liður í at bjóða øllum at fáa lut í ferðavinnuni í Norðoyggjum. Tað var umráðandi fyri okkum at fáa  forðingar av vegnum soleiðis at øll nú hava møguleika at menna ferðavinnuproduktir og upplivingar og samstundis hava ein pall at leggja tað út so tað er lættari atgongd til at selja, sigur Visit North.

Grafiska fyritøkan Virka hevur ment nýggja grafiska samleikan og heimasíðuna saman við Visit North.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo