- Fyri einum ári síðani byrjaði tilgongdin at gera eina nýggja ferðavinnuætlan fram ímóti 2030, ið skal vera grundarlag undir okkara arbeiði framyvir, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.
- Tað eru nógvir partar sum hava ávirkan á, hvussu ferðavinnan í Føroyum mennist og tí ynsktu vit, at hendan ætlanin varð so væl kjølfest í ynskjunum hjá føroyska fólkinum sum til ber.
- Vit avgjørdu tí at grunda ferðavinnuætlanina á eina breiða tilgongd, har vit fingu samrøður í lag við fólk, feløg og fyritøkur kring landið um gongdina í ferðavinnuni higartil, hvørji útlitini eru, og ikki minst hvørja leið vit eiga at halda frameftir.
- Málið var, at so nógv sum møguligt skuldu hava møguleikan at ávirka, hvussu ferðavinnan mennist í Føroyum.
- Vit eru nú komin á mál við hesi tilgongd og eru til reiðar at leggja fram úrslitini, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Island.
Nýggja Ferðavinnuætlanin 2030 verður løgd fram tann 31. oktobur 2023.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo