Articon hevur gjøgnum árini framleitt element til fleiri stórar verkætlanir.
Talan hevur verið um element úr bæði timbri og betongi.
Í 2019 valdi Articon, so at taka hesa framleiðslu eitt stig víðari, og bygdi eina stóra elementhøll á Sundi, sum skal nýtast til at framleiða timbur elementir. Articon hevur bæði førleikar og umstøður, at framleiða bæði betong- og timbur-element til verkætlanir, bæði stórar og smáar.
Eginframleiðslan av elementum tryggjar bæði tíðarætlanina og prísstøðið fyri kundan, sigur Articon.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo