Nakað omanfyri har sum gomlu løðarsteinarnir eru, hevur Kvívíkar kommuna latið eina brúgv gera tvørtur um Leynará, so tað er lættari hjá fólki til gongu at koma um ánna.
Leynará rennur úr Leynavatni út á sjógv.
Brúgvin er umleið 15 metrar long.
Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri í Kvívík, upplýsir fyri VP, at brúgvin hevur verið í umbúna í eina tíð, tí bæði tey sum ganga túrar og tey sum fiska síl viðhvørt høvdu ilt við at koma um ánna, um nógv vatn var í henni.
- Tað skulu loyvir til, bæði frá friðingarmyndugleikum og hagapørtum, men tað er so alt komið uppá pláss nú, sigur Hans Johann Sørensen, sum eisini takkar haganum fyri vælvild.
Ætlanin er, at brúgvin skal málast svørt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo