Bókin er skipað rundan um 12 rím, ið fevna um støður, sum vit kenna aftur frá gerandisdegnum hjá lítla vøggustovubarninum. Til hvørt rímið eru nakrir spurningar og hugskot um ymiskar venjingar, ið er ætlað at vera grundarlag undir samrøðu og samansjóðing við virðing fyri einstaka barninum.
Góðan dag, úr jakkanum
á knakan um tit spyrja.
Í inniskógvar fara vit,
og dagurin kann byrja.
Bókin er ment í samstarv við átaki Betri vinir - Fri for Mobberi, hjá Barnabata, Mary Fonden og Red Barnet. Hugsanin er at skapa eitt sterkt grundarlag fyri góðum felagsvirðum longu í vøggustovuni. Bókin hóskar væl til námsfrøðiliga virksemi á dagstovni, í dagrøkt, men er samstundis eitt gott íkast heima saman við familjuni.
Hetta er onnur bókin í røðini. Tann fyrsta bókin Tann lítla bókin um STÓRAR kenslur, var útgivin í 2019.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo