Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Bókin fylgir unga Thormund Olesen sum er giftur og eigur tvey børn, og býr í eini minni bygd í Føroyum. Men so gongur galið…

Søgur fara at ganga um, at hann hevur framt kynsligan ágang móti børnum og ungum.

Men systir hansara fær seg ikki at trúgva at hennara elskuligi beiggi kann finna upp á at gera slíkt. 

Tað er føroyingurin Jens John Jakobsen, sum er búsitandi niðri, ið hevur skrivað bókina.

- Bókin er "bílagt arbeiði", um tú vilt. Nøkur av offrunum umtalað í bókini, vildu hava meg at skriva eina skaldsøgu. Nøvn og støð eru broytt, men bókin byggir á veruligar hendingar, sigur Jens John Jakobsen í stuttari viðmerking við VP.

Bókin verður at fáa í Rit & Rák í næstu viku. Tað er forlagið BoD, sum hevur givið bókina út. Hon fæst sum paperback og e-bók. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo