Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Týsdagin 12. juli 2023, verður forkunnug nýggj bók útgivin.

Talan er um “Fuglafjørður og Fuglfirðingar I – Landbúnaðarbygd” skrivað av Steffen Stummann Hansen.

Í samband við bókaútgávuna verður bókaframløga í Ribarhúsi, mánadagin 11. desember kl 16.00.

Bygdin Fuglafjørður hevur eina søgu, sum røkkur meira enn túsund ár aftur í tíðina. Fornfrøðiligir grevstrar kunnu vísa á húsabygging heilt aftur í víkingatíð. Hetta varð byrjanin til eitt landbúnaðarsamfelag, sum menn halda hevur havt eina lutfalsliga avbyrgda tilveru fram til endan á 1800-talinum, tá ið ídnaðar fiskiskapur fór at bera boð um nýggjar tíðir.

Nógvir ungir og eldri menn úr bygdini fóru nú at søkja sær hýru við bæði heimaskipum eins væl og fremmandum skipum úr enskum havnum. Teir vóru soleiðis við til at víðka karmin um tað avbyrgda landbúnaðarsamfelagið og ryðja tí eina slóð inn í fiskibúskap. Meðan landbúnaðar samfelagið soleiðis í stóran mun helt uppat, vaknaði eisini dreymurin um Amerika, og fleiri fuglfirðingar valdu av ymsum orsøkum at royna eydnuna hinumegin Atlantshavið.

Tittul
Fuglafjørður og fuglfirðingar I
Landbúnaðarbygd

Rithøvundur
Steffen Stummann Hansen

Útgevari
Fuglafjarðar kommuna

Síður
525

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo