Bíbliufelagið: Nýggj Bíbliulesiætlan fyri kirkjuárið 2024-2025 er nú komin. Hon er at fáa runt alt landið í kirkjum, fríkirkjum og samkomum. Bíbliulesiætlanin í ár byrjar nú sunnudagin 1. sunnudag í advent, sum í ár er 1. desembur.
Hví bíbliulesiætlan?
Tað er ein avbjóðing hjá teimum flestu at lesa skipað í Bíbliuni. Men við bíbliulesiætlanini hava vit eitt hent amboð, sum kann lætta um dagligu avbjóðingia. Lesiætlanin er ein kalendari við útvaldum skriftstøðum til hvønn dag í árinum, og sunnudagar fylgja tekstarøðini í Fólkakirkjuni. Endamálið er at geva føroya fólki eitt amboð til skipaðan lestur í bíbliuni.
Øll hava gagn av at lesa Bíbliuna
Tað stendur øllum frítt at lesa Bíbliuna sum tær lystir. Tey flestu lesa helst einsamøll, meðan onnur lesa saman. Summi lesa frá byrjan til enda, og onnur í brotum. Í øllum førum er bíbliulestur ein kelda til lív, íblástur og uggan í tungum sum góðum døgum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo