Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyrispurningur um hækking av ansingarsamsýning, settur landsstýriskvinnuni í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hví er ansingarsamsýningin ikki hækkað, sum ætlanin var?
2. Er ætlanin at hækka ansingarsamsýningina, og um so er nær?
3. Hvussu nógv er ætlanin at hækka samsýningina?

Til nr. 1
Eitt av tilmælunum í eftirmetingini av eldraøkinum er, at politisk støða skal takast til, um ansingarsamsýningin skal broytast. Í 2022 sendi táverandi landsstýrismaður í almannamálum kunngerð um umsiting av samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum til hoyringar. Ætlanin var at samsýningin skuldi hækka upp til 18.000 kr.

Í sambandi við hoyringina vístu kommunurnar á, at kunngerðin er ógreið og manglar nógvar ásetingar, og tørvur er á eini grundleggjandi endurskoðan av kunngerðini. Kommunurnar mæltu frá at dagføra upphæddina uttan samstundis at dagføra sjálva kunngerðina. Táverandi landsstýrismaður valdi tí at steðga á við broytingini. Landsstýriskvinnan er samd við kommunum, at neyðugt er at endurskoða kunngerðina, soleiðis at hon verður greiðari og lættari at umsita, og fer hon at taka málið upp við saman við kommunum.

Til nr. 2 og 3
Í samgonguskjalinum er ásett, at landsstýrið skal viðgera tilmælini frá eftirmetingini av eldraøkinum saman við kommununum, og tað, sum semja er um, verður sett í verk. Hetta arbeiðið ætlar landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum í næstum at viðgera saman við kommununum. Harundir eisini at umrøða kunngerðina um umsiting av samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum. Ein nýggj ansingarsamsýning skal gerast í samráð við kommunurnar, og tí ber ikki til nú at siga, hvussu nógv ansingarsamsýningin hækkar.

Tórshavn, 29. juni 2023
Sirið Stenberg
landsstýriskvinn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo