Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Felagið Føroysk Ross: Føroyska rossið hevur røtur aftur til, tá fyrstu norðurlensku niðursetufólkini komu til Føroya fyri fleiri enn 1000 árum síðani. Í dag er rossið í sera stórum vanda fyri at doyggja út og tí er alneyðugt, at átøk verða gjørd beinanvegin, fyri at bjarga rossinum. Í ætlanini, sum júst er útgivin, verður víst á ítøkilig átøk, sum skulu gerast fyri at bjarga Føroyska Rossinum.

Føroyska rossið er lítið, men harðbalið og sterkt. Í øldir hevur tað lagað seg til føroyska veðurlagið og livikorini, og hevur í dag ein avgerandi leiklut í okkara mentanararvi. Eitt stórt felli var í rossastovninum, og í 1960unum kundu rossini teljast við einari hond. Tað var um reppið, at tey doyðu út. Síðan tá, er stórt arbeiði lagt í at bjarga rossinum.

“Frá Búnaðarstovunnar síðu sakna vit eina fakliga væl grundaða heildarloysn fyri varðveitingararbeiðið av Føroyska Rossinum. Eins og virkisætlanin eisini vísir, er neyðugt við eini vælskipaðari alimiðstøð til tess at kunna økja um stovnin av Føroyska Rossinum. Skipað miðvíst aliarbeiði, eftirlit við innannøringsvandanum, álítandi frostgoymsla av sái, eggum og vevnaði v.m., skráseting og skjalfesting, eins og betri marknaðarføring av rossaslagnum, eru somuleiðis týðandi tættir í varðveitingararbeiðinum - og hesir tættir eiga at verða skipaðir í tøttum samstarvi millum almennar myndugleikar, einstøku rossaeigararnar og Felagið Føroysk Ross. Í fjør lat Búnaðarstovan Uttanríkis og vinnumálaráðnum, sum umsitur landbúnaðar- og húsdjóramál, upprit um skipanarreglur fyri virksemið á Búnaðarstovuni viðvíkjandi varðveitingararbeiðinum fyri Føroyska Rossið. Á Búnaðarstovuni eru vit spent at frætta, hvørja móttøku og lagnu, ið uppritið fær í politisku skipanini”, sigur stjórin á Búnaðarstovuni, Tróndur Gilli Leivsson.

Í byrjanini av 20indu øld vórðu nógv Føroysk Ross útflutt, samstundis sum útlendsk ross vórðu innflutt. Rossini fóru ígjøgnum ein fløskuháls, sum hevði við sær, at rúgvismikið arvaligt tilfeingi varð mist úr rossastovninum, og kemur hetta ongantíð aftur. Vandin fyri innannøring er stórur, men við greiðum ætlanum og góðum samstarvi, ber til at arbeiða seg burtur úr hesum.

“Felagið Føroysk Ross varð sett á stovn í 1978 fyri at bjarga Føroyska Rossinum. Ágrýtnið hjá okkara limum og samstarvið við myndugleikar, so sum Búnaðarstovuna og Nordgen, hevur ført við sær, at vit í dag hava ein stovn á 82 ross. Hetta er í sær sjálvum ein sólskinssøga. Og tó hava vit í fleiri ár roynt at fingið stovnin upp um 100 ross, men hetta vísir seg at vera ómøguligt við teimum umstøðum, vit hava at arbeiða í. Í staðin fyri at økja um rossastovnin, er stovnurin farin frá 95 niður á 82 ross seinastu árini. Við hesi kós, er rossið á veg ígjøgnum enn ein fløskuháls. Avbjóðingarnar eru stórar enn, og varðveitingararbeiði má halda fram”, sigur forkvinnan í Felagnum Føroysk Ross, Signa Kallsoy Joensen.

Felagið Føroysk Ross, Búnaðarstovan og Nordiskt Genresurscenter (NordGen) hava samstarvað um nýggju ætlanina. Nordgen er norðurlendsk vitanarmiðstøð fyri arviligt tilfeingi.

“Uppskotini í nýggju ætlanini eru ítøkilig, hava eitt vísindaligt grundarlag og eru í tráð við leiðreglurnar hjá United Nations’ organization for food and agriculture (FAO). Treytað av, at ætlanin verður tikin í álvara, hava vit góðar vónir um, at hon kann tryggja føroyska rossastovnin, so at hesi ross eisini kunnu vera til gagn fyri framtíðar ættarlið”, sigur Mervi Honkatukia, leiðari á deildini fyri húsdjór í NordGen.

Ætlanin fyri, hvussu vit bjarga Føroyska Rossinum kann takast niður við at trýsta á hesa leinkjuna.

Ætlanin verður løgd fram á ársaðalfundinum hjá Felagnum Føroysk Ross, sum verður hildin á Búnaðarstovuni mikudagin 27 mars kl. 19.00. Skráin kann lesast á www.ffr.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo