Almanna- og Mentamálaráðið: Atgongdin til orðabøkurnar á sprotin.fo varð í dag framtíðartryggjað, tá ið landsstýrið, Kommunufelagið og Sprotin settu seg saman at undirrita eina nýggja avtalu.
Fríggjadagin 11. aug. 2023 gjørdu landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, Jonhard Mikkelsen, stjóri í Sprotanum, og formansskapurin í Kommunufelagnum, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Mortensen, avtalu um at leingja og víðka um verandi sáttmála millum partarnar um veiting av nógv brúktu talgildu netorðabókum Sprotans.
- Sáttmálin er til gleði og gagns fyri alla ta føroysku tjóðina. Orðabøkurnar verða brúktar dagliga av flestu føroyingum. Tær eru ein týðandi táttur í menningini og varðveitingini av føroyska málinum, eins og tær fáa føroyska málið at røkka langt út í heim, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.
Sprotin fór undir orðabókagerð fyrst í nítiárunum, og í 2015 varð avtala fyrstu ferð gjørd við landsstýrið og Kommunufelagið, sum gav øllum fría atgongd til alt orðabókatilfarið á alnótini.
- Høgliga atgongdin til orðabøkur í Føroyum er kanska eitt eindømi í heimshøpi. Slíkt hendir ikki av tilvild, og tað er av alstórum týdning framhaldandi at stuðla undir hesa skipan. Og hesum ynskja kommunurnar framhaldandi at vera partur av, sigur Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum.
Sáttmálin verður longdur við fimm árum, og fer umframt verandi orðabókavirksemi á alnótini at fullfíggja arbeiðið við japanskari, portugisiskari og grønlendskari orðabók. Seinni fara hesar orðabøkur í gerð: Føroyskt – franskt; italskt – føroyskt; svenskt – føroyskt og føroyskt - svenskt.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur somuleiðis tryggjað sær í serskiltari avtalu millum landið og Sprotan, at landið fær forkeypsrætt til skipanina. Við avtaluni tryggjar landið sær rættindini til orðabøkur Sprotans og framtíðar rættindi knýtt at orðabókaskipanini, um felagið gevst, ætlar at avhenda síni rættindini, ella Sprotin heilt ella lutvíst skiftir eigara.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo