Tórshavnar Big Band: Tórshavnar Big Band gevur í hesum døgum út nýggj løg. Í gjár varð annað lagið leysgivið. Hesaferð er tað Atli Kárason Petersen, ið hevur skrivað lagið Skutarin, har teksturin er skrivaður av ongun minni enn dóttrini Maritu Atladóttir og sungin av Olvheðin Jacobsen. Eitt vælsvingandi funk lag.
Í síðstu viku gav orkestrið út lagið Nýggja árið eftir Rógva á Rógvu, sungið av James Olsen.
Komandi mikudag kemur so triðja lagið, sum eitur Buksurnar á. Magnus Johannessen hevur skrivað lagið og Dania O. Tausen og Eyðfinn B. Lamhauge hava skrivað orðini saman.
Leinki til sangirnar Skutarin og Nýggja árið eru niðanfyi.
https://open.spotify.com/track/5WBJQvORhBTJuVACyMIdyK?si=1f67d00f753b428d
https://open.spotify.com/track/3obHJRYy2IMJnESxXbWgaT?si=27c86ec24d864ecb
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo