Tórshavnar kommuna: Bjarni Beder og Anna Dalsgaard eru sett sum eindarleiðarar á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu.
Tey eru bæði útbúgvin námsfrøðingar. Bæði hava drúgvar royndir á dagstovnaøkinum.
Anna Dalsgaard hevur arbeitt sum námsfrøðingur á almannaøkinum og dagstovnaøkinum. Seinastu 8 árini hevur hon verið stovnsleiðari í Býlingshúsinum undir Fjalli.
Bjarni Beder hevur í nógv ár arbeitt á dagstovnaøkinum. Seinastu 8 árini hevur hann verið dagstovnaleiðari í Frítíðarskúlunum í Hoyvík og Klubb 188. Harumframt var hann eitt skifti leiðari á Frítíðarskúlanum á Fløtum.
Tey byrja í starvi 1.januar 2024.
Á myndini eru Jan Mølvad, deildarleiðari á Barna og Ungdómsøkinum, Bjarni Beder, nýggjur eindarleiðari, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Anna Dalsgaard, nýggjur eindarleiðari, og Jóan Petur Hentze, trivnaðaratjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo