Nýggi Vesturbúgvin á veg inn á Vestmanna.
Skipað er fyri móttøku nú nýggi Vesturbúgvin er komin til Vestmannar.
Fiskur.fo skrivaði í gjár at nýggja skipið hjá vestmenningum er bygt í 2011, og er 43 metrar langt og 12 metrar breitt. Skipið hevur ein 2.000hk Yanmar motor, og er 906 bruttotons til støddar.
Prísurin fyri nýggja Vesturbúgvan er góðar 55 milliónir krónur, sambært Fiskur.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo