Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

31. oktober 2017 – sjálvan 500 ára dagin fyri trúbótina – fingu føroyingar fyri fyrstu ferð eitt Nýggja Testamenti á gerandismáli. Slóðbrótandi útgávan, var serliga ætlað ungum og teimum, ið ikki kenna bíbliuna væl, men nógv onnur hava eisini havt stóra gleði av hesi útgávu. Nú gott hálvtannað ár seinni, eru undir 500 eintøk eftir av upplagnum á 3.000, ið bendir á at tørvurin hevur verið stórur.

Frá byrjan var ætlanin at endurskoða útgávna, og nú verður farið undir arbeiði, ið ætlast av vera liðugt um gott ár. Tað er forlagið Bókin hjá Føroyska Bíbliufelagnum, sum stendur fyri arbeiðnum, og tá endurskoðanin er liðug er eisini ætlanin at útgeva Nýggja Sáttmálan sum app.

Ein bólkur er settur at endurskoða Nýggja Sáttmálan, men alt Føroya fólk fær nú møguleika at taka lut. Eitt talgilt skjal er gjørd, har øll kunna koma við viðmerkingum. Skjalið er á her.

Í skjalinum, er gjørligt at gera viðmerking til útgávuna sum heild, ella vísa til kapittul og vers, og møguligt er at gera fleiri viðmerkingar. Freistin at lata inn viðmerkingar, er heilt fram til 31. august 2019.

Bíbliufelagið vónar at øll sum hava nakað at viðmerkja, taka av hesum møguleika, sigur felagið í tíðindaskrivi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo