So kom aftur eitt úttalilsi frá landsfundi javnaðarfloksins, at hann vil ikki í samarbeiði við Fólkaflokkin.
Vit onnur kunnu lurta og meta um niðurstøðuna. Hetta er hoyrt fyrr, men hvussu nógv innihald er í hesum?
Javnaðarfólk velja Javnaðarflokkin, meðan fókafloksfólk velja Fólkaflokkin, men hvussu nógv skilir hesi fólk?
Vit liva øll her, eru góð við okkara land, hava í høvuðsheitinum somu áhugamál, so hvat skilir okkum?
Eg havi í síni tíð verið í politikki- saman við javnaðarflokkinum í samgongu, ið riggaði væl. Fingu nógv gagnlig mál framd. Hví kundi tað lata seg gera tá, men ikki nú?
Í samgonguskjali vórðu avtalur gjørdar. Í onkrum førum segði javnaðarflokkurin, at soleiðis skal tað vera, meðan í øðrum føri segði fólkaflokkurin, at soleiðis skal tað vera!
Og samarbeiði fór í gongd! Og royndist væl!
Hvør er meðni trupulleikin í dag?
Mín støða er greið :
"Javnaðarflokkurin eigur ongan leiðara á hædd við Atla Dam"!
Eyðun Mohr Viderø
29.08.2021
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo