Nýggi borgarstjórin í Vága kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen, møtti til arbeiðis við degnum í morgun.
Hon hevur í morgun tosað við starvsfólkini á býráðsskrivstovuni og sett seg inn í starvsviðurskifti teirra.
Seinrapartin hevur hon fund við fráfarandi borgarstjóran Rósu Samuelsen, har Rósa fer at greiða frá teimum málum, sum ikki eru avsluttað. Hetta skrivar Vága kommuna á síni heimasíðu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo