Nes kommuna: Á býráðsfundinum 30. mai varð samtykt at taka av tilboði frá Sp/f HD-EL v/ Hans Arna Davidsen at veita nýggj ljós til vøllin á Svangaskarði.
Í morgun varð so arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður. Fyri Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, meðan Hans Arni Davdisen, stjóri, undirskrivaði fyri Sp/f HD-EL.
Jóhan Magnus Gunrim frá SMJ hevur ráðgivið, meðan Henning Olsen frá Teknistovan í Gøtu hevur byggileiðsluna.
Verkfrøðingafyritøkan Spenn hevur teknað og gjørt eina kostnaðarmeting av fundamentunum. Tað arbeiðið verður fyrsta dagin boðið út millum nakrar arbeiðstakarar.
Eftir ætlan verða nýggju ljósini tikin í nýtslu um mánaðarskiftið august/september 2023.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo