BirkBloggur: Eitt ummæli av nýggju LP plátuni hjá Deiggj TÍÐ (Tutl HJF608):
Góð tíðarmynd er plátan, ein lummi av tíð, hvør í sínum lagi og lumma, frá einum varisligum Uriah Heep ljóðið til svenska andstøðurokkin, sum Lasse Tenender skilvíst umsat hann ytst á reyða vinstravonginum, og alt hetta koyrt í ein heimligan gávupakka, nice and easy, við føroyskum orðum og ómiskenniligari dialekt úr Suðuroynni.
Ein klæðiliga harmonisk pláta hjá aldrandi monnum, sum bjóða okkum innum eitt bil, at hoyra, hvat teir í allari lagaligheit takast við og hava savnast um í so mong ár. Tað er ikki einki. Takk fyri tíðina, takk fyri plátuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo