Grønlendski krabba- og garnabáturin Inaluk verður á Havnini fyrrapartin í morgin.
Inaluk er nýbygningur og kemur úr Hvide Sande í Danmark á veg til Grønlands.
Vestværftet í Danmark hevur bæði teknað og smíðað Inaluk, men skrokkurin kemur úr Gdansk í Póllandi. Báturin hevur kassalast og tveir krabbatangar til livandi krabbar.
Báturin er er 14,99 metrar langur og 6,60 metrar breiður, skrivar heimasíðan hjá skipasmiðjuni.
Knud Lennert í Sisimiut eigur bátin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo