Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

13. februar verður nýggja krimirøðin TROM send á Viaplay. Krimirøðin, sum er í seks pørtum, er hin fyrsta, sum nakrantíð er gjørd í Føroyum. Í høvðusleiklutunum síggjast Ulrich Thomsen, Maria Rich og Olaf Johannessen.

Tað er Torfinnur Jákupsson, sum við støði í metsølubókunum hjá Jógvani Isaksen um Hannis Martinsson, hevur skapt sjónvarpsrøðina. Donna Sharp hevur skrivað søguna til film saman við Torfinni.

Longu sum 16 ára gamal gjørdi Torfinnur, ið vit kenna sum tónleikara í Gestir, sær tankar um at gera film til sjónvarp úr Føroyum.

Í tíðindaskrivi frá Viaplay verður hin blíða, men eisini karráa náttúran hálovað sum baksýnið fyri nýskapandi krimisøguna úr Føroyum.

Í TROM fylgja vit Hannis Martinsson (Ulrich Thomsen), sum fær eini óvæntaði boð frá aktivistinum, Sonju á Heyggi. Honsigur seg vera dóttir hansara og at fólk liggja henni eftir lívinum, tí hon heldur við útlendskum djórafelagsskapum, sum eru ímóti føroyskum grindadrápi. Tá Hannis kemur fram er hon deyð í einum grindadrápi.

Hann kemur upp at toppast við løgregluna og fløkist í lygnum og loynidómum, sum hann setur sær fyri at rekja upp. Men hvussu langt vil hann fara fyri at avdúka sannleikan og rætta samanhangin?

Upptøkurnar við TROM vórðu gjørdar í fjør vár og summar. Hetta er fyrstu ferð at stjørnuleikarin Ulric Thomsen er í Føroyum, og hann nýtti eisini høvið at vísa føroyingum egna filmin ”Gutterbee”, sum hann sjálvur gjørdi í USA.

Aðrir leikarar í filminum eru Helena Heðinsdóttir, Mariann Hansen, Hans Tórgarð, Gunnvá Zachariasen, Búi Dam og Sissal Drew Hjaltalin.

Leikstjórar eru danski Kasper Barfoed, vit kenna frá ”Dicte”, og íslendski Davíd Óskar Ólafsson, sum gjørdi ”The Valhalla Murders”. Framleiðarar eru REinvent Studios í samstarvi við Kyk Myndir, True North og ZDF/ARTE. Nýskapandi krimirøðin hevur fingið stuðul frá Nordisk Film og TV Fond, Filmshúsinum og Creative Europe Media Programme of the European Union. Fyri altjóða søluni standa REinvent International Sales.

Í næstu viku kemur treylari til sjónvarpsrøðina TROM.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo