Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Teirra mantra hevur altíð verið, at eiga vit ikki uppskotið, og fáa rós fyri tað. So kvæla við barnið longu í vøgguni.

Og soleiðis er aftur hesu ferð nú suðringar ætla at broyta vánaligu gongdina í oynni viðvíkjandi fólkafráflyting, arbeiðsloysi og komandi avbjóðingum. Við at royna at leggja 7 kommunur saman í eina. Byrjandi við Hvalba og Tvøroyri.

Og sjálvt um so at siga øll í báðum kommunustýrunum eru einig í at royna henda leistin, so er gamla gardan hjá sosialdemokratunum longu á barrikadunum. Við persónligum álopum, skeivum tølum, ræðumyndum og útspillingum. Fyri at drepa hettar uppskotið.

Á odda í hesari krossferð, er sum ikki einaferð, gamli formaðurin hjá hesum religiøsu fanatikarunum.

Hann hevur verið atvoldin til klandur, sundurspjaðing ja sjálvt atvoldin til at javnaðarrørslan á plássunum hevur verið í tvíningum.

Og soleiðis hevur verið seinastu 40-50 árini, klandur, sundurspjaðing, tit og vit osv. osv.

Og sjálvt um hann er komin væl upp í árini, so sýnist hugur hansara at brenna alt rundan um seg, bara fyri at persónsforfylgja fólkið, ikki til at verða viknaður, nei heldur tvørtur ímóti.

Um tað so merkir at alt samstundis skal leggjast í skeljasor á plássinum, hevur tað onki at siga, virkar tað sum.

Hann er flankeraður av fólkið, sum nokk føla tey skylda manninum ymiskt.

Nú er vælkent hvussu hesir sosialdemokratar hava betalt sínum fylgjarum gjøgnum ár og dag.

Vinar- og kenningarpolitikkur teirra er væl kendur um alt landið.

Vel okkum, og tú fær bæði kommunalt arbeiði, skuld strikaða og kanska eisini onkra sjúkramelding, um brúk skuldi verið fyri tí.

So tað vísir seg eisini, at nettup tey sum stilla seg upp, skriva í bløðunum osv, nettup er akk hesu fólk, ella fólk av somu familjum sum skylda eina vinartænastu ella fleir. Løgið nokk, øll við somu polittisku farvu eisini.

Ein skrivaði fyri nøkrum árum síðan, at javnaðarflokkurin á Tvøroyri var góður hjá kommunu-monnunum at havt.

Til at ruddað fiskapláss, vegir og annað fyri ókrút. Tí tað vísir seg, at alt tað tey røra við, tað stein doyr.

Og kanska er hettar ikki lygn. Alt tað tey ikki eiga, skal køvast. Líkamikið hvussu skilagott ella frálíkt tad annars er.

Nú var eg bæði til fundin í Salt, og til fundin í Royn-høllini. Væl-skipað arbeiði tey hava gjørt.

Og ein sær tey meina tað, gongdin má og skal vendast, okkurt má henda nú. Fleiri góðir spurningar vóru.

Men so komu tey reyðu á banan. Og ein hoyrdi hettar alt var bestilt arbeiði.

Løgnir óviðkomandi spurningar, mistonkiliggerðan av persónum, motivum osv.

Og so koma lesara-brøv, í bløðum og sosialum miðlum, faktuell skeiv tøl verða slongd til høgru og vinstru.

Útspillingar, persónlig álop osv osv. Kross-ferðin er byrja. Nú brenna tey alt tey kunnu brenna.

Sum tey jú eru kend fyri. Eiga vit ikki uppskotið, so brenna vit alt og øll niður. Svarta-spillan er ikki til at taka feil av.

Nei ikki er tað løgið at gongdin í Suðuroynni er sum hon er, við slíkum fanatiskum religiøsum ørvitisknokkum.

Men vónandi vinnur fornuftin yvir hesum køvandi hendrum.

Tað er mín vón. Hesi fólk skulu og mugu ikki vinna við teirra ævigu svarta-spillu.

Gott val øll.

Ørvingur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo