Í vikuni hava fundir verið í oyggjunum útfyri Normandíið í Fraklandi, um møguleikarnar fyri at gera fast samband ímillum oyggjarnar og inn á meginlandið.
"Connect 3 Million" verkætlanin byrjaði í 2019, og nú verður millum annað hugt til Føroya eftir íblástri.
Teitur Samuelsen, formaður í føroyska tunnilsfelagnum var við á fundinum, eins og Arild Søvik, sum er stjóri í norskum tunnilsfelag.
Mett verður, at ein tunnil ímillum Jersey, Guernsey og Frakland kundi verið liðugur eftir eini 10 árum, skrivar Yahoo News.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo