Føroya Ríðingafelag: Djóradagar hjá Føroya Ríðingarfelag úti í Havnardali, eru altíð vælumtóktir millum børn og barnsligar sálir.
Tað sást sjónliga í gjár tá tað hóast keðiligt veður, eftir umstøðunum vóru nógv fólk og vitjaðu. Veðrið argaði tó so illa at nevndin sá seg noydda at avlýsa vælumtóktu ponyríðingina. Fyri at fólk ikki skuldi kenna seg snýtt, bleiv tó avgjørt at øll ið hava keypt armbond og seðlar til leygardag, kunna brúka hesi til øll tiltøk, ið eru í dag sunnudag. Felagið hevði eina plan b at ponyríðingin skuldi vera inni, men mett var at tað var óv nógvur gangur inni í høllini, til at tað var trygt at hava ponyríðing inni.
Djóradagar eru í dag frá kl 14-18 og endar við ríðiframsýning á breytini. Beint tá ponyríðingin er liðug um kl 18, kemur gongulagslandsliðið í íslandsríðing at vísa gonguløg og kl 18:15 koma ung úr feløgunum í Havnardali at vísa ymiskt fram. Hetta er alt undir tí kønu hond, hjá ungdómsmennaranum hjá ríðisambandinum, hon eitur Nina Brockie.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo