Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið: Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Magnus Rasmussen, og Mattias Tesfaye, danski ráðharrin í útlendinga- og integratiónsmálum, hava í dag undirskrivað avtalu um eina nýggja skipan fyri útlendska arbeiðsmegi – ein sonevnd fast-track skipan.

“Eg fegnist um, at vit á hendan hátt kunnu gera tað lættari hjá føroyskum vinnulívi at fáa fatur á neyðugu arbeiðsmegini. Somuleiðis haldi eg, at tað er týðandi, at vit alla tíðina royna at gera okkara fyrisiting so smidliga sum gjørligt”, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum.

Fast-track skipanin
Arbeiðsloysið í Føroyum er søguliga lágt, og Búskaparráðið hevur mælt til at økja um atgongdina til útlendska arbeiðsmegi, annars fer hendan støðan at tálma búskapinum óneyðugt.

Nýggja fast-track skipanin gevur nú øllum vinnugeirum í Føroyum møguleikan at fáa arbeiðsmegi úr triðjalondum, t.e. úr londum, sum ikki eru í ES. Áður hevur tað verið so, at bara fiskavirki kundu fáa ófaklærda arbeiðsmegi úr triðjalondum. Serliga er tað innan tænastu-, gistingar- og matstovuvinnuna at tørvur er á arbeiðsmegi.

Harumframt eru m.a. hesar broytingar í mun til verandi skipan:

Arbeiðsgevarar skulu undangóðkennast
Hetta ger Útlendingastovan, sum m.a. skal fáa váttan fyri, at útlendska arbeiðsmegin fær setanarbræv sambært føroyskari lóg, at lønin er eftir føroyskum sáttmála, og at arbeiðsumstøðurnar annars eru á støði við føroysk viðurskifti.

Smidligari umsiting og stytt viðgerðartíð
Føroyskir og danskir myndugleikar hava sett sær sum mál, at fullfíggjaðar umsóknir um undangóðkenning skulu verða avgreiddar eftir í mesta lagi 10 døgum, og at fullfíggjaðar umsóknir um arbeiðsloyvi skulu verða avgreiddar eftir í mesta lagi 30 døgum.

Fokus á eftirlit
Fakfeløgini hava víst á, at tað er týðandi, at eftirlit er við at útlendska arbeiðsmegin arbeiðir og verður lønt sambært føroyskum sáttmálum. Til tess at tryggja hetta, hevur Styrelsen for international rekruttering og integration (SIRI) eins og nú eftirlit við, at føroyskir sáttmálar verða hildnir. Eisini verða eftirlitsvitjanir gjørdar fýra ferðir um árið, har Arbeiðseftirlitið, TAKS og løgreglan kanna um viðurskiftini hjá útlendsku arbeiðsmegini eru í lagi.

Nýggja skipanin fer at virka frá 18. november.

(Sí nærri á www.UVMR.fo, har avtalan verður meiri nágreinað)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo