Vestmanna: Útbyggingin av kirkjugarðinum á Knúgvum hevur drigið út, tí ongin arbeiðstakari hevur verið til verkætlanina.
Í novembur 2023 fekk kommunan tilboð uppá víðkanina av kirkjugarðinum áljóðandi 10,3 mill.kr., men kostnaðurin var mettur at verða alt ov høgur, tí valdi bygdarráðið ikki at taka av tilboðnum.
Í januar 2024 fekk kommunan nýtt tilboð áljóðandi 7,2 mill. kr. , men aftur hesaferð valdi bygdarráðið at síggja tíðina ann, tí prísurin varð mettur at verða í hægra lagi.
Hetta vísti seg at verða ein røtt avgerð, tí í oktobur 2024 eydnaðist umsíðir at fáa eitt tilboð frá Articon uppá 5,9 mill.kr., sum bygdaráðið tók av, og eru 3 mill.kr. settar av á Fíggjarætlanini fyri 2025, so víðkanin av kirkjugarðinum á Knúgvum kann setast í verk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo