Gjaldstovan: Talgildu Føroyar lækkar prísin á Samleikanum.
Talgildu Føroyar hava gjørt av at lækka prísin at brúka Samleikan sum innritan. Príslækkingin skal eggja fleiri smærri fyritøkum at brúka Samleikan.
Fyritøkur rinda fyri at brúka Samleikan sum innritan til sínar talgildu tænastur, meðan hann er ókeypis hjá brúkarum.
Kostnaðurin fyri Samleikan er skipaður eftir støddini á fyritøkunum og er býttur í trý. Nýggi prísurin gevur eina munandi príslækking á ávikavist 75% og 44% til bólk 1 og 2, sum eru smáar og miðalstórar fyritøkur. Fyri bólk 1 fer kostnaðurin úr 20.000 kr. um árið niður í 5.000 kr., og fyri bólki 2 fer kostnaðurin úr 45.000 kr. í 25.000 kr. um árið niður. Talan er um fastprísskipan, so ongar óvæntaðar meirútreiðslur eru.
Samleikin er væl móttikin í samfelagnum. 45.000 fólk hava skrásett seg og brúka Samleikan, tá ið tey rita inn á Vangan, Borgaragluggan, trygging og netbankar.
KT-felagið hevur gjørt vart við, at kostnaðurin fyri smærri fyritøkur hevur verið ov høgur. Hetta hava Talgildu Føroyar tikið til eftirtektar og tí broytt kostnaðin, so enn fleiri talgildar tænastur fara at brúka Samleikan sum innritan, og samfelagið fær enn størri ágóða av talgildingini.
Í leinkinum niðanfyri sært tú prísyvirlitið: Samleikin til tænastuveitarar
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo