Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Grundgevingin hjá fiskiráðharranum at loyva øllum at bjóða á uppboðssølunum var, at vit fóru at fáa ein betri prís.

Og tað fingu vit eisini á seinastu uppboðssølunum millum annað, men nú er tað heldur ikki gott nokk.

Nú gjørdist prísurin brádliga ov góður, og tí er ætlanin, at teir sum hava eginkvotu ikki skulu sleppa at bjóða á komandi uppboðssølum.

Norður- og Eysturøki skulu veljast frá.

Tað vil siga at bara nýggir aktørar skulu sleppa á uppboðssøluna, og úrslitið verður tá, at vit fara at fáa ein verri prís, sum so gevur minni í landskassan.

Og helst er ætlanin eisini, at uppboðssølurnar sum skuldu vera í 2019, nú verða framskundaðar til seinni í heyst 2018.

Higartil er alt sum var fráboðað frammanundan gingið galið, og eisini seinastu uppboðssølurnar, hóast ávaringar um júst tað, at sterku feløgini fóru at bjóða.

Ruðuleikin á fiskivinnuøkinum og viðvíkjandi uppboðssølunum ikki minst boðar frá, at vit hava ein fiskiráðharra sum í løtuni tykist ráðaleysur og vísur seg eisini at hava mist tamarhald á støðuni.

Hevur fiskiráðharrin fingið ringa samvitsku, kundu vit spurt.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo