Matgerð fyri tvey ættarlið, framhaldsskeið fyri útlendingar, seyming fyri kvinnur í barnsburðarfarloyvi, íslendskt, staðarnøvn í Kollafirði, íverksetan.
Skeiðstilboðini á Kvøldskúlanum í vetur eru nógv og sera fjølbroytt. Í dag verður bóklingur við øllum skeiðunum borin út í hvørt heim í kommununi. Bóklingurin sæst eisini HER
Og mánadagin 28. august kl. 18 ber til at melda seg til øll skeiðini hjá Kvøldskúlanum í Tórshavnar kommunu. Knappar 200 lærugreinir eru í at velja. Øll melda til á kvoldskulin.fo frá mánadegnum komandi og til sunnukvøldið 3. september kl. 24.00.
Seinasta kvøldskúlaár kvinkaði næmingatalið aftur uppeftir frá 2659 næmingum til 2997 næmingar 2016/2017.
Farna árið hava 132 undirvísarar verið knýttir at skúlanum á 32 ymiskum støðum í kommununi. Kvøldskúlin er sostatt framvegis nógv tann størsti skúlin í landinum, tá ið hugsað verður um næmingatal, og fjølbroyttasti skúli, tá ið hugsað verður um lærugreinir.
Tilmeldingardagin 28. august 2017 er skrivstovan opin frá kl. 18.00 – 21.00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo