NLH: Nú stendur øllum filmsframleiðarum í boði at ríka um spírandi føroyska filmsskattin við at senda filmar inn til ársins filmstiltak, Geytin 2020.
Tykkara filmar verða tilmeldaðir við at senda teldupost til film@nlh.fo við kunning um heiti og longd á filmi, slag av filmi, navn á filmsframleiðara, teldupostadressu og telefonnummari hjá kontaktpersóni.
Freistin at melda filmin til Filmskvøldið 2020 er tann 2. desember 2019. Krøvini til stuttfilmin, sum skal sendast Norðurlandahúsinum í seinasta lagi 2. januar 2019, eru hesi:
- Stuttfilmurin skal í mesta lagi vera 30 minuttir. Tó kann filmsnevndin í serligum førum gera undantøk, tá um longd ræður.
- Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm, listafilm, tónleikafilm, heimildarfilm v.m.
- Stuttfilmurin skal ikki hava verið sýndur áður á Filmskvøldunum í Norðurlandahúsinum.
- Stuttfilmurin kann hava verið sýndur alment áður, men ikki longri síðani enn 23. februar 2019.
- Nevndin tilskilar sær rætt at gera eitt úrval av tilmeldaðu filmunum. Nevndin metir tilmeldaðu filmarnar eftir hesum virðum: søgu, søgusnildi og handverk.
- Filmarnir skulu vera í einum av hesum formatunum: DCP, Blu-ray, ProRes ella DnxHD.
Í filmsnevndini sita Birgir Kruse, form.,Gunn Hernes, Jan B. Jørgensen, Ivan Niclasen, Ingibjørg Odmarsdóttir Petersen og Marjun Niclasen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo