Klokkan 2 í nátt fært tú ein tíma eyka, tí tá skifta vit til klokkan 1. Vetrartíðin byrjar síðsta sunnudag í oktobur í flestøllum londum í Europa við nøkrum undantøkum, eitt nú Íslandi og Russlandi.
Kjakast hevur verið í fleiri ár um at avtaka lógina sum ger, at klokkan verður flutt, men enn er tað so ikki blivið til meira enn snakk.
Amerikanski uppfinnarin og politikarin Benjamin Franklin skjeyt upp longu í 1784 at seta í verk ”daylight saving” fyri at spara uppá kertuljósini. Í Føroyum hava vit flutt klokkuna síðani 1980.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo