Tað hevur verið eitt sindur toført at sæð rundkoyringina á Giljavegi í Sandavági, men nú er miðjan málað við reyðum liti so rundkoyringin sæst betri.
Fyrrapartin vóru mans frá Landsverki og málaðu miðjuna, eygað, í rundkoyringini.
Rundkoyringin er soleiðis, at tey stóru akførini koyra tvørtur um hana eftir miðjuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo