Hví ikki lata Smyril sigla millum Hvalba og Sand?
Tað mátti verið ein sera fín stytting av rutuni við nógvar ferðir fleiri túrum hvønn einasta vikudag.
Í staðin fyri at fabla um eina fjara og rættiliga utopiska tunell til Suðuroyar, áttu menn at hugsa um tíðina beint NÚ, og hvussu ferðafólkið skal hava tað tey næstu tíggju, tólv árini.
Á Sandi er ríkiliga gott pláss til parkering og alskyns aðra service.
Farið tí alt fyri eitt í gongd við hentar fergulegur, bæði á Sandi og í Hvalba.
Tað er skilagóður og realistiskur samferðslupolitikkur.
SMYRIL til SANDS!
Virgar T Dalsgaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo