Veðrið í morgin fer at líkjast tí í dag - tað verður lítil vindur, turt og sólin fer at síggja. itin um 11 stig og lotið kemur av ymsum ættum, tó mest vestaneftir.
Týsdagin fer at regna. Hann veksur sum frálíður vindin uppí hvassan vind við hørðum hvirlum, ættin verður eystan og landsynningur, hitin um 12 stig.
Mikudagin minkar vindurin aftur og tað slítur í, sum frálíður bert eitt gul lágt ella av landsynningi. Hitin upp í 13 stig.
Hósdagin mestsum logn, bara ein ond lágt, burtursæð frá onkrum einstøkum æli seinnapartin verður turt og hitin um 12 stig.
Fríggjadagin sær sólin, lotið kemur av útsynningi, hitin um 12 stig.
Næsta vikuskifti verður lágætt og heldur frískari vindur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo