Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Føroyingar hava í mong ár staðið í bíðirøð at móttaka danskar ”olmussur” til serlig føroysk mentanarendamál.

Fleiri av hesum veitingum hava helst verið meira til skaða enn gagn.

Øll vistu at SALT verkætlanin var reinur ørskapur og tað síggja vit í dag.

Eitt so stórt mentanarhús til so avmarkað fólkagrundarlag hongur heilt einfalt ikki saman.

Men danskir pengar løgdu trýst á løgtingið.

Eitt er íløgujáttanin, annað er raksturin og nú noyðist fíggjarlóg løgtingsins og Tvøroyrar kommuna árliga at veita eina rakstrarjáttan, fyri at kulturtemplið á Drelnesi ikki skal lata aftur.

Alt byrjaði við donskum pengum.

Klaksvík byggir nú mentanarhús nr. 3 aftaná spinnaríið og Atlantis.

Men Klaksvík hevur ongantíð átt nakra mentan uttan húkin.

Nýggja mentanarhúsið varð sparkað í gongd av danskari olmussu og øll vóru glað.

Klaksvík fer skjótt at uppliva tað sama sum SALT og Tvøroyrar kommuna.

Tað verða lokalar skattakrónur umframt landskassin ið skal gjalda respiratorin, sum skal halda lív í kunstiga kulturlívinum.

Størvini í kulturtemplinum í Klaksvík verða helst, eins og á Tvøroyri, mannað við republikanarum til aðalstjóraløn. 

Men nú pengar úr Danmark koma til eina stórhøll í Havn, ið má metast at vera ein neyðug verkætlan, ber einki til.

Nú lukta pengarnir øgiliga illa.

Øll síggja kortini tað neyðuga í stórhøllini, meðan kulturtemplini í Suðuroy og Klaksvík vóru endamálsleys og meira til bága enn gagn.

Kulturhús eru í Fuglafirði og Runavík og innanfyri ein tíma er koyrandi millum størstu búplássini í landinum.

Er tað grundarlag fyri sokallaðari mentan á hvørjum tanga í Føroyum, samstundis sum høvuðsstaðurin einki tjóðleikhús eigur?

Vit hava sett land okkara á heimskortið í hondbólti, men vit eiga onga hondbóltshøll ið lýkur altjóða krøv. 

Er tað tí at danska játtanin brádliga skuldi brúkast til okkurt skilagott, at pengarnir fóru at lukta so illa?

Havnarmavir

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo