Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Gjaldstovan: Ein góður mánaður er liðin, síðan Samleikin og Vangin vórðu tikin í nýtslu. Loysnirnar hava verið sera væl móttiknar, og fleiri enn 7.000 fólk hava longu skrásett Samleikan og kunnu sostatt brúka Vangan.

Studni bjóðar nú nýggja tænastu á Vanganum. Talan er um ferðastudning. Hetta er stuðul, ið verður latin føroyskum lesandi uttanlands og børnum teirra at koma heim til Føroya einaferð um árið.

Talgildu Føroyar og Studni eru spent uppá nýggju tænastuna. Í fjør søktu 1.034 lesandi um ferðastudning frá Studna við at undirskriva skjøl, skanna inn og senda tey til Studna. Hetta verður nú væl skjótari og lættari at avgreiða við nýggju sjálvgreiðsluni á Vanganum.

Studni brúkar harumframt ferðastudningin til hagtøl, har tað m.a. ber til at síggja, hvar og hvat føroyingar lesa uttanlands. Talið av umsøkjarum hevur verið støðugt lækkandi seinastu árini. Við nýggju sjálvgreiðsluni vónar Studni, at fleiri fara at søkja aftur. Jú fleiri ið søkja, jú neyvari yvirlit fær Studni, sigur Jørgen Meitilberg, stjóri á Studna.

Frammanundan kanst tú søkja lestrarstuðul og fáa yvirlit yvir útbúgvingar og lán á tænastuveitarasíðuni hjá Studna.

Øll, ið hava P-tal og eru yvir 15 ár, kunnu søkja um Samleikan, og tí kanst tú eisini brúka Vangan uttan at búgva í Føroyum. Talgildu Føroyar síggja á hagtølum, at áhugi hevur verið fyri Samleikanum og Vanganum uttanlands. Eitt av aðalmálunum hjá Talgildu Føroyum hevur verið, at loysnirnar skulu gera tað lættari hjá føroyingum at avgreiða síni persónligu viðurskifti, uttan mun til, hvar tey búgva ella hava sítt virki. Samleikin hevur longu fingið altjóða góðkenning, so tú í framtíðini kanst rita inn við føroysku loysnini á talgildar tænastur uttanlands.

Í næstum koma fleiri tænastur á Vangan. Vit eru eisini farin undir samstarv við aðrar tænastuveitarar, ið verða partar av Vanganum tíðliga í næsta ár.

Um tú skalt søkja um ferðastudning ella brúka aðrar tænastur á Vanganum, skalt tú skráseta tær Samleikan fyrst. Tað gert tú beinleiðis í appini, ið fæst í App Store og Google Play.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo