Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

FSF hevur tikið avgerð um at byggja fótbóltshøll á Svangaskarði. Væntandi er fíggingin komin uppá pláss seinni í ár, og tá verður avgerðin endaliga tikin. Feløgini eru kunnað, skrivar Bolt.fo.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, sigur í viðmerking til VP, sum spyr, um satt er, at Nes kommuna hevur fingið lovað stuðul frá FSF uppá 30 milliónir krónur, at hann kann vátta, at FSF hevur givið treytaða tilsøgn.

- Um verkætlanin ber á mál verður væntandi greitt um árskiftið, tí tað tekur sína tíð at fáa fíggingina uppá pláss, sigur hann.

Borgarstjórin í Nes kommunu, sigur eisini, at í fleiri ár hevur Nes kommuna ligið framvið at fáa fótbóltshøll á Svangaskarði og setti í fjør ein arbeiðsbólk:

Jaspur Langgard, formaður í bólkinum
Súni í Hjøllum, borgarstjóri
Dakko Petersen, form í TN í Nes kommunu
Niclas Davidsen
Selma Hansen, roknskaparleiðari í Nes kommunu

Sum skilst er prísurin á eini fótbóltshøll um 120 milliónir krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo