Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

So hendi tað! Tórshavnar býráð hevur júst samtykt at fara undir eina uttandura skatepark! Skateparkin verður ikki bara til skateboard, men fer eisini at fevna um rennihjól, BMX og rulliskoytur.

Hetta verður ein mentanarligur miðdepil, har øll - uttan mun til fíggjarliga støðu, aldur ella kyn - kunnu koma saman og hugna sær púra ókeypis. Nakað vit hava akuttan tørv á í hesum døgum, har alt kostar ein hálvan bóndagarð.

Ein skatepark er sostatt ein eingangsíløga, sum øll kunnu brúka. Og tá parkin er sett í verðina verður einki limagjald ella gjald fyri leigu ella hita. 

BESTU RÁÐGEVING Í HEIMINUM… PÚRA ÓKEYPIS!
Vit hava longu tryggjað okkum eitt frálíkt ráðgevingar- og menningartoymi: Sjálvur Tony Hawk og hansara toymi hava játtað at hjálpa okkum frá a til z púra ókeypis. Um tú ikki kennir Tony Hawk, so er hann bæði Messi, Ronaldo og Maradona í senn innan skateboarding. Hetta er sostatt eitt samstarv, sum tryggjar eina skatepark av allarbestu góðsku og lyftir karmarnar í Tórshavn upp á eitt altjóða støði.

1000 TAKK
Skatefelagið fær onki gjørt einsamalt, og tí vilja vit fegin takka Tróndi Sigurðsson, Tórshavnar kommunu og The Skatepark Project fyri eitt frálíkt og konstruktivt samstarv, har vit hava møtt vælvild og forstáilsi frá fyrsta degi. Av hjartanum takk.

Vit gleða okkum sum smábørn á jólum at fara í holt við verkætlanina. Gleðið tykkum - hetta verður stórt.

Vegna Skatefelagið
Alfred Eliasen, formaður í Skatefelagnum
Hergeir Staksberg, næstformaður í Skatefelagnum.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo