Nú kanst tú koma við tínum uppskoti til, hvør tú heldur skal verða Ársins íverkseti 2021.
Øll kunnu koma við tilnevningum.
Ein dómsnevnd tekur endaliga avgerð.
Dentur verður lagdur á, hvør hevur víst nýhugsan, áræði og dirvi.
Freistin at koma við tilnevningum er til og við mánadagin 06. september 2021.
Íverksetarahúsið gleðir seg til at fáa nógv góð uppskot. Uppskot skulu sendast til Íverksetarahúsið á iverksetan@iverksetan.fo.
Heiðurslønin sum Ársins íverkseti verður latin á Ársins íverksetaradegi, sum verður fríggjadagin 10. september 2021.
Ársins íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan.
Lýst verður við skránni seinni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo