Fólkaflokkurin: Løgtingslóg um kapping hevur sum endamál at tryggja kapping. Kapping er umráðandi, tí kapping tryggjar, at prísstøðið ikki skeiklast. Men mark má verða við almennari íblandan.
Lógaruppskotið hjá meirilutanum í Vinnunevndini víðkar um heimildarnar hjá Kappingareftirlitinum at fremja sítt endamál. Lættari verður at gera marknaðarkanningar, sum kunnu almannakunngerast.
Kappingareftirlitið kann út frá slíkari kanning gera avtalur við vinnugreinar ella fyritøkur um leiðreglur um vinning. Men afturat tí fær Kappingareftirlitið heimild at geva lógbindandi boð um m.a. vinning, um semja ikki fæst.
- Hetta elvir til, at almenni myndugleikin fær heimild at áseta hvønn vinning, vinnan skal kunna fáa. Hetta meta vit verður gingið fríum vinnulívi rættiliga nær. Sami almennni myndugleiki situr báðumegin borið, kannar og dømur.
- Vit halda, at rættarskipanin skal taka støðu til hesa avgerð, um neyðugt er við boðum. Minnilutin (Jørgen Niclasen og Árni Skaale) mæla tí til at broyta uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrissmanni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo