Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Havstovan: Hin 16. september var ein lítil grind á 20 hval merkt á Klaksvík. Við sera góðari hjálp frá fólki á bátum og á landi var grindin hildin til, og fylgisveinasendarar festir á tveir hvalir.

Tað gekst nakað striltið at fáa bólkin út av Pollinum aftur. Men móti kvøldi fór grindin út í Djúpini, og síðan norður um Føroyar.

Eftir at vera komin út á hellingina hevur grindin ferðast suðuryvir, í ein útsýnning, og er nú vestur av Føroya Banka (turkis og grøn linja á myndini).

Grindin, ið var merkt á Fuglafirði 3. september, helt kósina suður móti Porcupine bankanum, men vendi so, og hevur síðan ferðast í ein útnyrðing, tvørtur um bæði Rockall dýpið og -ryggin, og er nú í Hatton-Rockall lægdini (reyð og blá linja á myndini).

Grindin úr Fuglafirði ferðast í løtuni væl skjótari enn grindin úr Klaksvík.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo